Summarmatiné við Elin Brimnes Heinesen

July 1, 2017 — 11:30am

Góðu tit

Leygardagin 1. juli kl. 11.30 verður summarmatiné í Havnar kirkju.

Elin Brimnes Heinesen fer at syngja saman við tónleikarunum Edvard Nyholm Debess, sum spælir bass og Rúna Eysturlíð, sum spælir gittar.

Elin Brimheim Heinesen hevur verið meir og minni virkin á føroyska tónleikapallinum síðani 70’ini, har hon gjørdist kend einamest sum V4-songkvinna og hevði nógvar framførslur, serliga í Havnar Jazzfelag, sum fólka- og jazz-songkvinna.

Í 1988 kom popp-útgávan NALJA, sum Elin gav út saman við Kára Jacobsen. Elin og Kári skrivaðu hvør sína helvt av løgunum á útgávuni. Eitt av kendastu løgunum frá útgávuni man vera “Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum var ein yrking hjá Jens Paula Heinesen, pápa Elina, sum Elin setti lag til. Lagið kom út aftur í 2002 í eini symfoniskari útgávu.

Í 2010 kom fløgan “Yndisløg - ein ferð aftur í farnar tíðir”, sum Elin gav út saman við tónleikabólkinum Ad Libitum. Á útgávuni eru 15 eldri ‘evergreens’, har av Elin hevur týtt tey flestu til føroyskt. Hendan útgávan var givin út fyri at minnast mammu og mammubeiggja Elina, Maud Heinesen og Svenn Brimheim, sum bæði doyðu av krabbameini og fyri at stuðla Krabbameinsfelagnum.

Í Havnar Kirkju leygardagin 1. juli kl. 11.30, fer Elin at spæla egin løg av komandi solo-útgávu sínari, sum væntandi kemur út komandi ár. Sum nevnt hevur Elin afturat sær fingið dugnaligu tónleikararnar Edvard Nyholm Debess á bass og Rúna Eysturlíð á gittar.

Recommend