Nakrar av vísunum hjá norska prestinum Petter Dass

April 19 - 20, 2018 — 7:00pm

Hetta vikuskiftið eru tvey tónleikatiltøk í Havnar kirkju.

Fríggjakvøldið 20. apríl kl. 19 konsert við Niels Midjord og Eilin Hansen.

Í samband við fløguútgávu og konsertferð til Noregs fara Niels Midjord og Eilin Hansen at hava eina áhugaverda konsert í Dómkirkjuni

Niels hevur føroyska nakrar av vísunum hjá norska prestinum Petter Dass.

Dass hevur yrkt sera nógv og hansara bíbliusøgu- og katekismusvísur hava verið so væl umtóktar í Føroyum, at tær hava fingið egin føroysk løg.

Tað er nakrar av hesum vísunum, ið tey bæði fara at syngja í Havnar kirkju fríggjakvøldið.

Attending