Mentanarnáttin 2018 – Silvurdrongur og Hettarher

June 1, 2018 — 11:00pm

Trygvi Danielsen, Torleik Mortensen og Andreas Restorff fara at framføra improviseraðan tekst og tónleik í meditativum stíli við útgangsstøði í sálminum hjá Hans Andrias Djurhuus “Gakk tú tryggur fram við góðum treysti” við lag eftir Jógvan á Lakjuni. Eisini hevur verið tosað um, at organisturin í Havnar kirkju, Gudmund Mortensen, skal leggja okkurt afturat ljóðmyndini við orgulklangum.

Attending