Matiné við danska urguleikaranum Povl Christian Balslev

April 21, 2018 — 11:30am

Leygardagin kl. 11.30 verður matiné við danska urguleikaranum Povl Christian Balslev í Havnar kirkju.

Í samband við at Urguleikarafelagið hevur aðalfund henda dagin, fer Povl at hava eina introduktión til matinéskránna,

verður í Kirkjustovu (fyrr Arnes Minde) kl. 10.30. Urguleikarar og øll onnur áhugaði eru vælkomin.

Aftan á matinéina kunnu øll áhuga koma upp á loftið í kirkjuni og fáa høvi til at síggja nýggju registreringsskipanina, sum er sett í orglið í dómkirkjuni. Skipanin kallast “setzer” og ger, at urguleikarin sjálvur kann skifta registrering, og harvið broyta urguklangin, meðan hann spælir.


Eitt sindur um urguleikaran sum spælir henda dagin

Urguleikarin Povl Christian Balslev hevur síðan 2002 verið urguleikari í Vor Frue kirke í Svendborg.

Hann er sera virkin á fleiri økjum innan tónleik - serliga í nærumhvørvinum í Svendborg. Hann hevur eisini havt nógvar konsertir víða hvar í verðini bæði í Danmark, Europa, USA, Argentina og í Japan.

Hann komponerar løg til sálmar og sangir og arrangerar tónleik fyri kór og orkestur. Millum annað hevur hann nú seinast skipa tónleikin til kórstevnuna Sálmafagnaður, sum verður í Odense fyrst í mai mánaða, har lagið hjá Knút Olsen til sangin “Nú strýkur vár um heimlands vøll” verður sungin í hansara arrangementi. Í samband við H. C. Andersen árið 2005 skrivaði hann tónleikin til barnaoperina “Kun en spillemand”.

Hann er virkin fyrilestrarhaldari og hevur eisini skrivað bøkur um fynska tónasmiðin Thorvald Aagaard og fleiri artiklar um sang og tónleik. Hann er fyriskipari og leiðari av kórfestivalinun “SyngSydfyn” og Norðureuropæisku kórleiðara kappingini.

Í yrki sínum sum urguleikari leiðir hann kórið Vor Frues Kantori, SNUK (Svendborg nye ungdomskor) og harafturat kórinum á Ollerup Musikefterskole.

Hann hevur fingið fleiri musikklegatir, mentanarvirðisløn Svendborgs kommunu og Den fynske kulturpris fyri sjónleikarakonsertina “CARL” í 2016.

Á skránni leygardagin er tónleikur, sum Povl nýliga hevur spælt á konsertferð í Japan.

Recommend