DuoH: Jeanette H. Balland, Charlotte Andersson (saxophones)

July 8, 2017 — 11:30am

Leygardagin 8. juli kl. 11.30 fara tveir saxofon-leikarar at spæla til matiné í Havnar kirkju.
Tað eru ”H-duoin”, Jeanette H. Balland og Charlotte H. Andersen, sum spælir. Tær eru báðar royndir tónleikarar, sum bæði spæla solo, saman við Kongiliga Kapellinum, DR-symfoniorkestrinum og nú sum duo. Charlotte H. Andersen syngur og spælir eisini orgul.

Tær spæla báðar á barytonsaxofon, sum í mun til tenorsaxofon og sopransaxofon, spælir í tí lægra endanum av tónastiganum.

Recommend