Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Áðrenn konsertin byrjar kl. 21 leygarkvøldið, fara vit at vísa filmin The Day After Peace (sí mynd), sum heilin handan Peace One Day átakið, Jeremy Gilley, hevur leikstjórnað.

Filmurin er 81 minuttir langur og snýr seg um ferðina hjá Jeremy Gilley ígjøgnum stríðið fyri frið í heiminum, har hann millum annað er í Afrika og Afghanistan og møtir ógvusligasta fátækradøminum og harðastu yvirgangsfelagsskapunum, ið heimurin hevur sæð.

Filmurin byrjar klokkan 19.30 stundisliga. Fyrsti bólkur fer á pallin kl. 21.10.

Á skránni eru:
Lena, sum júst hevur vunnið virðisløn í USA fyri besta kvinnuligan sangara.
Budam, sum hevur verið staddur í London seinasta árið og tískil ikki hevur spælt her á klettunum í langa tíð.
FAROE5, sum hava fingið rapparan Thor upp úr Danmark at framføra við sær.
Marius, sum hevur havt framúr góðar framførslur í seinastuni á Mentanarnáttini og á Summarfestivalinum.
Frísku og altíð gevandi Lady Fire.
Elektronisku indie-kendu Nin10do.
Og síðst men ikki minst rumpurystandi diskararnir JamesJames og FRAU.

Tiltakið er frá kl. 21-04. Aftaná kl. 01 er 18 ára aldursmark.

Official Website: http://www.mess.fo/fregnir/2009-09-14/MESS_ger_Peace_One_Day_studulstiltak

Added by janegil on September 16, 2009

Interested 1