Vegurin Langi
Hoyvig, Torshavn 188

27. og 28. desember verður skúli fyri allar føroyskar hondbóltsleikarar, sum spæla við gentum og dreingjum 10 og 12 ár.

Skúlin er skipaður við dugnaligum venjarum, og umframt venjing og dystir verða skaðafyribyrging, kostur, styrkivenjing og nógv annað spennandi á skránni.

Luttakararnir verða býttir upp eftir aldri og førleikum.

Endamálið við hondbóltsskúlanum er at menna hondbóltin í Føroyum og at knýta bond millum hondbóltsleikarar í øllum landinum.

Kostnaðurin fyri skúlan er kr. 400, íroknað mat í skúlatíðini og eina gávu til hvønn luttakara, tá ið skúlin endar. Tilmelding fer fram við at gjalda kr. 400 á kontu nr. 9865-103.522.8 í Norðoya Sparikassa. Tá goldið verður, skal ein viðmerkja føðingardag hjá luttakara og fartelefonnummar hjá foreldrum/avvarðandi.

Skúlin verður hósdagin 27. des. frá 13.00 til 18.00 og fríggjadagin 28. des. frá 10.00 til 17.00. Allir luttakarar skulu hava við sær bólt, innan- og uttandura venjingaklæði.

Freistin at melda til er 20. desember.
Avmarkað luttøka.

[email protected] www.h71.fo

Official Website: http://www.facebook.com/events/411641292239299/

Added by janegil on December 12, 2012

Interested 1