Norðari Ringv.
Tórshavn, Torshavn 100

At stýra almennum virksemi
Stovnsdagurin 10. februar í 2012 í Norðurlandahúsinum
Sum áður boðað frá, verður stovnsdagur hildin í Norðurlandahúsinum 10. februar
í 2012. Høvuðsevnið á degnum er at stýra almennum virksemi. Dagurin er
býttur í tvey, har fyrraparturin er meira beinleiðis um skipanir o.t., og
seinnaparturin er meira almennur, tá ið tosað verður um
“At stýra almennum virksemi”.
Málbólkar: Fyrraparturin er fyri stovnar, sum brúka Búskaparskipan landsins og Landsnet.
Bókhaldsfólk og umsitarar í kommununum kunnu brúka fyrrapartin sum íblástur.
Tó verður nakað um løn og leiðslukunning, sum er viðkomandi fyri kommunur
eisini.
Seinnaparturin er fyri leiðarar, politikarar hjá landi og kommunum og øll tey,
sum annars hava áhuga fyri hesum evnum.

Added by janegil on February 10, 2012

Interested 1