Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Nýggi filmurin hjá Katrini Ottarsdóttur 'EINGIN KANN GERA TAÐ PERFEKTA' um myndahøggaran Hans Paula Olsen verður nú sýndur í Havn.





Filmurin hevði eina væleydnaða, útselda frumsýning á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 30. januar og hevur síðani verið sýndur tvær ferðir í Føroyahúsinum. Fyrst í marts mánaða skal hann væntandi vísast í Politikens Hus við Ráðhúsplássið í Keypmannahavn í sambandi við framsýning, sum Hans Pauli skal hava har.

Føroyska frumsýningin av filminum verður í Sjónleikarhúsinum mánakvøldið 25. februar kl. 20.00. Til hesa sýning verða "giraffarnir" – Katrin og Hans Pauli – til staðar og eftir sýningina verður høvi hjá áskoðarunum at skifta orð við tey um filmin. Almenn atgongd er til frumsýningina.

Atlantsflog hevur stuðlað frumsýningini.


Vinaliga bílegg atgongumerki á 100 kr í Sjónleikarhúsinum á tlf. 321131 ella 281131 ella teldupost: [email protected].

Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2008/film/index.htm

Added by janegil on March 2, 2008

Interested 1